Ongland og Týskland møtast í áttandapartsfinaluni

Ongland og Týskland møtast í áttandapartsfinaluni
Gomlu fíggindarnir bæði á og uttanfyri vøllin, Ongland og Týskland, møtast í áttandapartsfinaluni á Wembley. Sviar vunnu sín bólk
 
23.06.2021 - 22:23

Nú eru allar áttandapartsfinalurnar klárar, og tað endaði við, at Ongland og Týskland skulu møtast enn einaferð. 

Týskland var annars á veg úr EM-kappingini, tá teir høvdu ilt við at bara fáa javnleik móti Ungarn. 

Tvær ferðir var Ungarn frammanfyri, men at enda eydnaðist tað Leon Goretzka at javna. Og tað var nóg mikið hjá Týsklandi at sleppa víðari úr Bólki F saman við Fraklandi og Portugal, ið eisini spældu javnleik 2-2. 

Harvið eru allar áttandapartsfinalurnar klárar, og tær eru:

Leygardagin 26. juni
1: Wales - Danmark (17:00, Amsterdam)
2: Italia - Eysturíki (20:00, London)

Sunnudagin 27. juni
3: Holland - Kekkia (17:00, Budapest)
4: Belgia - Portugal (20:00, Sevilla)

Mánadagin 28. juni
5: Kroatia - Spaina (17:00, Keypmannahavn)
6: Frakland - Sveis (20:00, Bukarest)

Týsdagin 29. juni
7: Ongland - Týskland (17:00, London)
8: Svøríki - Ukraina (20:00, Glasgow)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672