Altjóða fótbóltsdystir verða hóast alt spældir í Føroyum

Altjóða fótbóltsdystir verða hóast alt spældir í Føroyum
FSF og UEFA hava í dag funnið semju um, at HB, KÍ og NSÍ sleppa at spæla sínar altjóða dystir í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.06.2021 - 14:59

Nú vera altjóða fótbóltsdystir spældir í Føroyum í summar hóast alt.

Tað skrivar heimasíðan bolt.fo í dag.

Fótbóltsamband Føroya hevur verið á fundi við evropeisku fótbóltssamgonguna, UEFA, í dag, og har varð avgjørt, at teir dystirnir, sum eru eftir at spæla í Conference Leauge í ár, kunnu spælast í Føroyum.

"Tað var øgiliga harmiligt, at tað ikki bar til hjá HB at vera vertur fyri einari undankapping til Champions League," ásannar Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF. "Men tann avgerðin bleiv tikin í einari so mikið knappari venda av UEFA, at FSF ikki fekk ávirkað hana."  

Virgar Hvidbro, aðalskrivar, ásannar, at tað kom óvart á FSF, at UEFA eisini kravdi, at Conference League dystirnir skuldu spælast uttan fyri Føroyar.

"Men vit hava fingð útgreinað fyri UEFA, í samráði við landslæknan, hvussu støðan er í Føroyum viðvíkjandi koronasmittuna, og vit hava fingið greitt frá hvørji krøv eru í so fall, at smittan er í einum útlendskum ferðalagi."

 

Avleiðing av Bratislava málinum

Avlýsingarnar, sum hava rakt Føroyar í ár, eru eitt úrslit av tí, sum hendi í fjør, tá KÍ vann dystin móti Slovan Bratislava á skriviborðinum. 

"UEFA vil gera alt fyri at tað ikki hendir aftur, og tí hevur UEFA valt at flyta dystir til uttanveltaðan vøll, um nakað ivamál hevur verið," sigur Virgar Hvidbro.  

"Liðini, sum koma til Føroya, fáa ikki nøkur undantøk frá koronakrøvunum. Tað eru strong krøv, tá tey koma. UEFA hevur eisini strong krøv um, at liðini skulu halda seg í sonevndu boblunum. Liðini ferðast við sínum egna flogfari til Føroya, og tey skulu halda seg fyri seg sjálvi á hotellinum."

Landslæknin víst millum annað á yvirfyri UEFA, at koratiska landsliðið í holdbólti spældi sín landsdyst móti Føroyum, hóast venjarin var smittaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585