Í Helsinki tosa tey enn um ósigurin hjá HJK fyri NSÍ

Í Helsinki tosa tey enn um ósigurin hjá HJK fyri NSÍ
NSÍ og KÍ spæla í dag sín seinna dyst í fyrsta umfari í Conference League-kappingini
Stóri NSÍ-sigurin móti HJK Helsinki í farnu viku er enn stórt samtaluevni í Helsinki, sigur Karstin Joensen, formaður í NSÍ
Mynd: nsi.fo  
 
17.07.2025 - 15:50

NSÍ skal í dag spæla avgerandi dyst um at sleppa víðari til annað umfar í Evropa-kappingini Conference League. 

NSÍ tók øll á bóli og vann heili 4-0 í heimadystinum móti HJK Helsinki, sum er kendasta fótbóltslið í Finnlandi.

Og tað hevur Karstin Joensen, formaður í NSÍ, merkt, nú hann er í Finnlandi. Hann er spentur til dystin í kvøld:

Karstin_NSI

 

Útidysturin byrjar klokkan fimm í dag, og verður millum annað vístur í Løkshøll í Runavík.

KÍ spælir eisini avgerandi dyst í dag um at sleppa víðari til annað umfar í Conference League, og tað er ímóti finska toppliðnum SJK. 

KÍ vann útidystin 2-1. 

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at liðið er væl fyrireikað til dystin í kvøld:

Tummas_KI

 

KÍ spælir á heimavølli í Klaksvík í kvøld, og byrjar klokkan 19:45. 

Millum spælararnar á finska liðnum er føroyski landsliðspælarin Samuel Johansen Chukwudi.

Útvarpið hevur frásøgn frá dystinum í Klaksvík í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194