Atli Gregersen: verjuspælið hjá Víkingi ov vánaligt

Atli Gregersen: verjuspælið hjá Víkingi ov vánaligt
Verjuspælið hjá Víkingi í Champions League-dystinum ímóti Lincoln Red Imps gjørdi, at teir ljósabláu taptu tepurt, segði liðskiparin, Atli Gregersen
08.07.2025 - 21:30

Tað var verjuspælið hjá Víkingi, sum gjørdi, at Lincoln Red Imps vann Champions League-dystin við Djúpumýru týskvøldið og gav føroyska meistaraliðnum eitt torført útgangsstøði undan returdystinum í Gibraltar, helt liðskiparin, Atli Gregersen 

 - Eg haldi, at summi av tingunum hjá okkum vóru undir vanligt stig, kanska serliga í verjuspælinum, men hinvegin haldi eg eisini, at teir revsa okkum øgiliga hart. Teir fáa mál burturúr tí, sum teir hava, segði verjuveteranurin hjá Víkingi.

Øll fimm málini i 3-2 sigrinum hjá útiliðnum vórðu skotin fyri stegðin. Bernardo Lopes legði Red Imps framum, tá smáir 20 minuttir vóru spældir, áðrenn Jákup Johansen javnaði í 29. minutti. Bert tveir minuttir seinni var Bernardi Lopes aftur upp á spæl, áðrenn Tjay De Barr økti til 3-1. Beint fyri steðgin eydnaðist kortini Sølva Vatnhamar at minka um munin við brotssparki.

Í seinna hálvleiki royndi Víkingur at javna, og heimaliðið var nær við fleiri ferðir. Fyritreytirnar versnaðu kortini nakað átta minuttir fyri leiklok, tá Olaf Bárðarson fekk reytt kort fyri at spýta á ein liggjandi mótstøðuleikara. Sjónvarpsendurtøkurnar góvu einki greitt svar, men dómarin ivaðist ikki eftir VAR-støðu.

 - Dómarin var ein grýla, segði Atli Gregersen - kanska eitt sindur í skemti - men helt lítið um brotssparkið, sum útiliðið fekk og teir bert fýra minuttirnar, sum dómarin legði afturat vanligu spælitíðini í seinna hálvleiki. Hann vildi kortini ikki geva manninum við floytuni skyldina av tapinum. 

 - Tá teir skora upp á teir kjansirnar, sum vit geva teimum, og vit ikki skora upp á okkara, so eru teir kanska bara skarpari enn vit, helt hann fyri.

 - Hetta hevur verið søgan (hjá Vikingi, blaðm.) í ár, og nú hava vit ordiliga kjansin at steppa upp har niðri, og vit skulu vera kyniskir. Vinna dystin har niðri, og so eru vit víðari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738