30 ára gamal vildi ikki lata seg kanna á flogvøllinum

30 ára gamal vildi ikki lata seg kanna á flogvøllinum
Tað er krav, at fólk, ið koma til landið, skulu lata seg kanna fyri koronavirusið. Tá ein noktaði, varð løgreglan boðsend
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
30.06.2021 - 22:49

Boð vóru eftir løgregluni at koma á flogvøllin í Vágum í gjár. 

Ein føroyingur um 30 ára aldur vildi ikki lata seg kanna fyri koronu.

Kanningin er krav fyri, at fólk kunnu koma inn í landið. 

Landslæknin fekk fráboðan um hendingina. 

Løgreglan kom á staðið og kunnaði tann ferðandi um, at verður hann ikki kannaður fyri koronu, skal hann, sambært Landslæknanum, í kravt sóttarhald í 10 dagar á einum gistingarhúsi í Føroyum fyri egna rokning. 

Og brýtur hann tíðina í sóttarhaldi, verður hann skuldsettur fyri brot á epidemi-lóggávuna. 

Tá tann ferðandi hoyrdi treytirnar, játtaði hann at verða kannaður fyri koronu.

Løgreglan ger ikki meira við málið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542