Dia Midjord verður venjarin í Noregi

Dia Midjord verður venjarin í Noregi
Føroyski hondbóltsvenjarin, Dia Midjord, fer komandi trý árini at taka sær av venjingini í norska hondbóltsfelagnum Florø SK Handball, skrivar Portal.fo
 
08.07.2021 - 07:44

Dia Midjord verður fulltíðarsettur í norska felagnum Florø SK Handball, og verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og kvinnuliðnum hjá felagnum. Eisini fær hann fakligu ábyrgdina av venjingini í ungdómsdeildini, veit Portal.fo at siga frá.

Setanini av Dia Midjord er ein liður í eini ætlan  at lyfta støðið í felagnum, so at felagið kann staðfesta sína støðu sum ein kraftdepul í norskum hondbólti “millum Bergen og Molde”.

Dia Midjord byrjar í starvinum í august.

Umleið 9.000 fólk búgva í Florø, ið liggur við vesturstrond Noregs, umleið 150 kilometrar norðan fyri Bergen. 

Dia Midjord er útbúgvin journalistur, útbúgvin í Noregi. Hann var stjóri fyri Kringvarp Føroya árini 2012 til 2017. Seinastu árini hevur hann verið stjóri í Pf. Auto, men fór úr hesum starvi herfyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598