Vit fáa fólkaheilsustýri á nýggjárinum

Vit fáa fólkaheilsustýri á nýggjárinum
Talan verður ikki um nýggjan stovn, men uppgávur hjá ráðum, deildum og stovnum verða lagdar saman í eitt fólkaheilsustýri
Seinnu árini er vorðið støðugt meira eyðsýnt, at yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum mugu  savnast á einum staði, sigur landsstýrið.í einum fólkaheilsustýri. 
 
30.07.2021 - 09:12

Eitt fólkaheilsustýri kemur á nýggjárinum.

Tað stendur í ískoytispartinum til røðuna, sum løgmaður helt í løgtinginum í gjár.

Har stendur, at seinnu árini er vorðið støðugt meira eyðsýnt, at yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum mugu  savnast á einum staði, í einum fólkaheilsustýri. 

Talan verður ikki um at gera nýggjan stovn, men at leggja uppgávur hjá ymsum ráðum, deildum og stovnum saman í eitt fólkaheilsustýri. 

Korona gjørt tørvin sjónligari

Við at skipa smáu eindirnar á heilsuøkinum í eitt stýri ber til at nýta verandi orku á økinum nógv skynsamari enn nú, sigur landsstýrið.

Tørvurin á einum fólkaheilsustýri gjørdist sera sjónligur, tá korona kom.

Av tí at einki slíkt stýri var, varð eitt heilsufakligt ráðgevaratoymi skipað í Heilsumálaráðnum.

Royndir haðani eru brúktar, nú fólkaheilsustýrið skal gerast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053