Bakkafrost 428 mió. kr. í avlopi í øðrum ársfjórðingi

Bakkafrost 428 mió. kr. í avlopi í øðrum ársfjórðingi
28.200 tons av laksi vórðu tikin í øðrum ársfjórðingi í ár, 17.600 tons í Føroyum og 10.600 tons í Skotlandi
Bakkafrost tók 28.200 tons av laksi í øðrum ársfjórðingi í ár.
 
24.08.2021 - 08:34

Úrslitið eftir skatt hjá Bakkafrost-samtakinum í øðrum ársfjórðingi var 428,1 milliónir krónur.

Tað var 471,7 milliónir sama ársfjórðing í fjør. 

Í fyrra hálvári var úrslitið eftir skatt 836 milliónir. Tað var 324 milliónir fyrra hálvárið í fjør.

Tóku 28.000 tons

28.200 tons av laksi vórðu tikin í øðrum ársfjórðingi í ár, 17.600 tons í Føroyum og 10.600 tons í Skotlandi.

Bakkafrost ætlar at gera íløgur í Føroyum fyri 1,8 milliard tey trý árini 2020-2022.

Í Skotlandi er ætlanin at brúka 350-400 milliónir krónur um árið tey næstu fimm árini. 

Ein stórur partur fer til tríggjar smoltstøðir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391