Fleiri skúlar í Havn raktir av korona

bannari
Fleiri skúlar í Havn raktir av korona
Skúlin við Løgmannabreyt er harðast raktur, men eisini Hoyvíkar Skúli og Skúlin á Fløtum hava koronusmittuna millum næmingar.
 
05.09.2021 - 17:01

Tríggir skúlar í Tórshavnar Kommunu - Hoyvíkar Skúli, Skúlin við Løgmannabreyt og Skúlin á Fløtum - eru raktir av korona í hesum døgum. 

Støðan er ringast í Skúlanum við Løgmannabreyt. Higartil hava seks næmingar í 9. flokki og ein næmingur í 8. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt fingið staðfest korona, eins og eitt starvsfólk í frítíðarskúlanum eisini hevur fingið staðfest korona. 

Í Hoyvíkar skúla fekk ein næmingur í 8.b í gjár staðfest korona. Í Skúlanum á Fløtum fekk ein næmingur í 9. flokki staðfest korona í gjár.

Smittan rakar ítróttarumhvørvið í kommununi, og tí hevur Skúlin á Fløtum sent umleið 100 næmingar til hús í morgin við boðum um at lata seg kanna. 

Hans Jón Thomsen, stjóri í Hoyvíkar skúla, sigur við Kringvarpið í dag, at næmingurin í Hoyvíkar Skúla ikki hevur verið í skúla síðani mánamorgun, og tað sær út til, at smittan ikki hevur spreitt seg víðari í Hoyvíkar skúla. Allir næmingarnir í 8.b í Hoyvíkar skúla hava latið seg kannað um vikuskiftið, og allir eru negativir. 


Í Skúlanum við Løgmannabreyt hevði fyrsti næmingurin, sum fekk staðfest korona - ein 9. floksnæmingur - ikki verið í skúla síðani týsdagin 31. august. Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, hevur ikki viljað gjørt samrøðu við Kringvarpið í dag. 


Skúlaleiðslurnar í øllum trimum skúlunum heita á næmingar, foreldur og onnur avvarðandi, um at vera serliga varin komandi vikuna. Hevur næmingur sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna, siga altso leiðslurnar í Hoyvíkar Skúla, Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum á Fløtum. 

Í tíðindunum í útvarpinum klokkan 18 ber til at hoyra meira um støðuna, eins og Lars Fodgaard Møller, landslækni verður beinleiðis í tíðindasendingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887