- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stúra fyri kvinnurættindunum í Afganistan

Umheimurin bíðar eftir ábendingum um, at nýggja stjórnin í Afganistan virðir rættindi hjá kvinnum.
Ein av fyrstu avgerðum hjá nýggju talibansku stjórnini í Afganistan er bann fyri mótmælisgongum í øllum landinum.
Innanríkisráðið, sum Sirajuddin Haqqani, leiðari fyri Haqqani-netverkið, ið sagt verður er yvirgangsbólkur, stýrir, mælir afganum frá at mótmæla yvirhøvur.
- Tað er kunngjørt fyri øllum borgarum, at teir á ongan hátt skulu skipa fyri mótmælum, boðar innanríkisráðið frá.
Boðini komu eftir at mótmælisgongur hava verið í fleiri dagar ymsastaðni í landinum, har í flestu førum kvinnur hava kravt, at tær ikki missa síni rættindi, og at tær verða hoyrdar, tá ið nýggja grundlógin skal skrivast.
Men Taliban hevur svarað mótmælisgongunum aftur við harðskapi móti kvinnunum.
Brotin lyfti
Úti í heimi hava bannið fyri mótmælum og harðskapurin ikki sannført umheimin um, at hald er í lyftinum hjá taliban-felagsskapinum um eitt hóvligari samfelag.
- Gerðirnar samsvara ikki við lyftini, segði talskvinnan fyri franska uttanríkisráðið, Agnes von der Muhll.
Heimssamfelagið hevur kravt, at talibanrørslan skal virða mannarættindini, og serliga rættindi hjá kvinnum og minnilutum, kappa øll sambond við yvirgangsfelagsskapir og lova fólkum, sum eru í andgletti, úr landinum.
Týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, sigur, at hjálp og stuðul er tengdur at atburðinum hjá Taliban.
- At tilnevna eina fyribilsstjórn uttan at hava aðrar bólkar við og harðskapurin móti kvinnuligum mótmælisfólkum og journalistum eru ikki tekin, sum gera okkum bjartskygd, segði Maas.
Avmarka frælsið hjá kvinnum
Nýggja stjórnin hevur longu givið boð um, at kvinnur ikki skulu taka lut í ymiskum lutum í samfelagnum.
- Eg haldi t.d. ikki, at kvinnur skulu spæla cricket, tí tað er ikki neyðugt. Tí tá kunnu støður koma, har andlit og kroppur teirra kemur til sjóndar, og kvinnur mugu ikki síggjast soleiðis, sambært islam, segði varastjórin í talibansku mentanarnevndini, Ahmadullah Wasiq, við avstralska miðilin, SBS.
Nógvar kvinnur sleppa ikki til arbeiðis yvirhøvur ella bara, um ein maður í familjuni er við.
Harðskapur og herverk eru eisini framd móti kvinnumiðstøðum og gentuskúlum.
Støðan er ymisk í ymsu landspørtunum, men lyftini, sum leiðarar í Taliban hava givið um rættindi hjá kvinnum, síggjast ikki aftur í, hvussu lokalir geriljaleiðarar og teirra fólk fara við kvinnum, sigur ST-deildir fyri kvinnurættindi í Kabul.
- Boðskapurin um rættindi hjá kvinnum er greiður, og spjaðir ræðslu millum kvinnur. Henda ræðslan merkist kring alt landið, sigur Alison Davidian, stjóri fyri ST-deildini fyri kvinnurættindi í Kabul.

























