47 smittað í Grønlandi

47 smittað í Grønlandi
Vandi er fyri, at smittan er leys í Nuuk, sigur landslæknin
Nógv lótu seg kanna fyri koronu í Nuuk í gjár, nú so nógvir smittutilburðir eru staðfestir seinastu dagarnar.
Mynd: Sermitsiaq  
 
16.09.2021 - 09:23

Seinasta samdøgrið eru 23 fólk smittað við koronu í Grønlandi. Tað vísa tølini frá landslæknanum í Grønlandi.

Og tølini elva til stúran. Fyrradagin vóru 14 smittað, so tølini fara skeivan veg. 

Millum tey smittaðu eru tvey børn, sum hava verið á stovni millum nógv ung, og fleiri ungfólk, sum vóru í býnum um vikuskiftið, eru eisini smittað. 

Smittan er leys

- Vandi er fyri, at smittan er leys í Nuuk, og vit heita á øll um at vísa stórt varsemi, sigur landslæknin. 

Tølini í Grønlandi eru ikki so ólík tølunum í Føroyum. í Grønlandi eru 47 fólk smittað, í Føroyum er talið 34. 

Koronukanningarnar fyri í gjár eru tó ikki liðugt greinaðar enn, sambært heimasíðuni corona.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339