Víkingur útsetti FM-veitsluna hjá KÍ

Víkingur útsetti FM-veitsluna hjá KÍ
Eina løtu var líkt til, at KÍ fór at staðfesta FM-heitið, men Víkingur fekk sigursmálið, og útsetti føroyameistarafýrverkið til eftir landsliðssteðgin
KÍ vann stórt í regninum í Fuglafirði, men FM-veitslan má bíða
 
26.09.2021 - 17:32

Við sigursmálið tíggju minuttir undan seinasta bríksli útsettu Gunnar Vatnhamar og Víkingur FM-veitsluna hjá KÍ, sum vann stórt í Fuglafirði.

KÍ hevði gjørt sítt - teir bláu vunnu trygt 5-1 á ÍF, sum nærkast niðurflyting - og spælarar, venjari og viðhaldsfólk bíðaðu eftir úrslitinum av Dungasandi, har dysturin millum 07 Vestur og Víking byrjaði ein tíma seinni.

Eina løtu var líkt til, at fýrverki skuldi sendast, men Víkingur skoraði seint, og tískil má endaliga staðfestingin av suverena FM-heitinum hjá KÍ bíða til eftir landsliðssteðgin. 

Í Gundadali kom EB/Streymur framum 2-0 í fyrra hálvleiki. B36 minkaði tó um munin fyri steðgin, og í seinna hálvleiki javnaðu teir hvítu við máli frá Hannesi Agnarsyni. Seks minuttir inni í yvirtíðini avgjørdi B36 dystin, tá Alex Mellemgaard sendi fríspark í netið til 3-2.

Við máli frá Klæminti A. Olsen vann NSÍ á B68 í grannauppgerðini á Svangaskarði. Málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, og heimaliðið megnaði ikki at svara aftur.

Fimti dysturin hetta umfarið er TB-HB. Hann skuldi spælast leygardagin, men hann varð útsettur vegna veður. Hann verður ístaðin spældur í morgin 15.30.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775