Sleppa aftur at ferðast

bannari
Sleppa aftur at ferðast
Seinastu 18 mánaðirnar hevur verið at kalla forboðið hjá avstraliarum at fara landinum, uttan í heilt serligum førum
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.10.2021 - 16:21

Avstralskir ríkisborgarar sleppa nú aftur av landinum at ferðast, upplýsir forsætisráðharrin, Scott Morrison.

Seinastu 18 mánaðirnar hevur verið at kalla forboðið hjá avstraliarum at fara landinum, uttan í heilt serligum førum, men nú verða strongu í landinum koronutiltøkini sett úr gildi.

Reglurnar eru framvegis strangari enn í øðrum londum.

Koppsett fólk í Avstralia, sum fara á landinum, skulu í sóttarhald í sjey samdøgur, tá tey koma heimaftur.

Tey, sum ikki eru koppsett, skulu í sóttarhald í 14 dagar á gistingarhúsi, og tey skulu sjálvi rinda fyri uppihaldið.

Nýggju reglurnar koma í gildi 1. november. 

Útlendsk ferðafólk sleppa kortini framvegis ikki inn í Avstralia, og tað er óvist, nær markið verður latið uppaftur fyri ferðafólki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558