Jóannes Kalsø Danielsen fyri Hera Hjalt Mohr

Jóannes Kalsø Danielsen fyri Hera Hjalt Mohr
Håkan Ericson hevur fingið enn eitt avboð til komandi fótbóltslandsdystirnar. Heri Hjalt Mohr verður ikki við, og Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ kemur í staðin
Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ skal avloysa Hera Hjalt Mohr
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
03.10.2021 - 16:20

Enn eitt avboð er komið til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli ávíkavist leygardagin 9. oktober og týsdagin 12. oktober.

Heri Hjalt Mohr er skaddur og fær ikki spælt, og Håkan Ericson hevur sent boð eftir Jóannesi Kalsø Danielsen úr KÍ í staðin.

Hetta er triðja avboðið, síðan hópurin varð tikin út síðsta mánadag. Mikudagin boðaði Andreas Lava Olsen úr Víkingi frá, at hann ikki var tøkur til komandi dystir. Í hansara stað úttók landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, John Frederiksen, ið dagliga spælir fyri SKU Amstetten í Eysturríki.

Síðan varð Daniel Johansen úr HB noyddur at geva avboð vegna skaða, og fyri hann blivu boð send eftir Hannesi Agnarsson úr B36.

Og nú hevur Jóannes Kalsø Danielsen so fingið boð ístaðin fyri Hera Hjalt Mohr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688