Breddin: Kjak um samstarvsráðið

Breddin: Kjak um samstarvsráðið
Høgni Hoydal og Christian Andreasen, løgtingsmenn, vera í útvarpsstovuni
Høgni Hoydal og Christian Andreasen fara at kjakast um nýggja samstarvsráðið.
 
05.10.2021 - 09:42

Tvey evni vera í Breddanum fyrrapartin.

Annað er fjaldur peningur í skattaskjóli og peningahvítting, og hitt er nýggja samstarvsráðið í ríkisfelagsskapinum. 

Sunnukvøldið gjørdust Pandora-skjølini almenn - ein risastórur dátuleki við nærum 12 mió. skjølum. Tey avdúka nógv ivasom viðurskifti hjá nøkrum av heimsins ríkastu fólkum í tiltiknum skattaskjólum.

Samstarvsráð

Løgmaður skrivaði í gjár undir avtalu um eitt samstarvsráð við hini londini í ríkisfelagskapinum.

- Nýggja samstarvsráðið millum Danmark, Føroyar og Grønland fer at hava ein týðandi lut at tryggja okkum størri innlit og ávirkan á okkara trygdar- og verjupolitisku viðurskiftini næstu árini, sigur Bárður á Steig á Nielsen. 

Men hvat broytist, og verður nakar munur á hesari avtaluni og eitt nú Fámjinskjalinum, sum eisini skuldi tryggja Føroyum ávirkan á uttanríkis- og trygdarpolitikk?

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, kjakast í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541