Jeppe Kofod til Føroya hósdagin

Jeppe Kofod til Føroya hósdagin
Danski uttanríkisráðharrin fer at hitta Jenis av Rana, landsstýrismann, og hava fund við Uttanlandsnevndina
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, fer m.a. at hitta Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.10.2021 - 09:29

Hósdagin kemur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, til Føroya.

Hann skal hava fund við Jenis av Rana, landsstýrismann, í Miðvági seinnapartin hósdagin.

Klokkan níggju fríggjadagin verður tíðindafundur á Tinganesi, og klokkan tíggju verður fundur við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.

Jeppe Kofod skal eisini vitja Bakkafrost á Glyvrum, áðrann hann fer aftur til Danmarkar seinnapartin fríggjadagin.

Danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroya hvørt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844