Leikarar á íslendska landsliðnum skuldsettir fyri kynsligan harðskap

Leikarar á íslendska landsliðnum skuldsettir fyri kynsligan harðskap
Seks leikarar á íslendska landsliðnum í fótbólti hjá monnum eru skuldsettir fyri harðskap og kynslig brotsverk, og spæla tí ikki við landsliðnum, meðan málið verður kannað
Seks leikarar eru skuldsettir í málinum
Mynd: KSÍ - íslendska fótbóltssambandið  
 
14.10.2021 - 17:19

Morgunblaðið skrivar, at stýrið fyri íslendska fótbóltssambandið fekk seint í september teldupost frá Øfgar-rørsluni við nøvnunum á seks spælarum á landsliðnum og dagfesting fyri, nær teir skulu hava framt harðskap og kynslig brotsverk.

30. september varð telduposturin viðgjørdur í trúnaði í ovastu leiðsluni í íslendska fótbótssambandinum. 

Av landsliðnum

Nøvnini á trimum monnum á landsliðnum, sum eru skuldsettir fyri kynsligan harðskap, eru longu almannakunngjørd í íslendskum miðlum, men hinir tríggir, sum vórðu nevndir í teldupostinum, eru ikki nevndir við navni.

Sagt verður, at teir hava spælt á íslendska landsliðnum í mong ár og spælt fleiri A-landsdystir.

Íslendski samskiftisráðgevin fyri ítróttar- og ungdómsøkið hjá íslendska ítróttarsambandinum, Sigurbjörg Sigurpálsdóttir, kannar nú málið. Keldur siga við Morgunblaðið, at teir seks leikararnir eru ikki á landsliðnum, meðan málið verður kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815