Erdogan dregur í land

Erdogan dregur í land
Turkiski forsetin sigur nú, at átta av teimum 10 londunum virða og vilja halda greinarnar í Wienar-sáttmálanum
Erdogan, forseti í Turkalandi, er ikki longur so avgjørdur um at vísa sendiharrum av landinum.
Mynd: RitzauScanpix  
 
26.10.2021 - 09:57

Turkiski forsetin, Erdogan, dregur nú í land í málinum um 10 sendiharrar, sum hann um vikuskiftið gav boð um at senda úr landinum. Teirra millum var danski sendiharrin, skrivar danska kringvarpið.

Eftir ein stjórnarfund í Ankara í gjárkvøldið var forsetin ikki so avgjørdur, men segði, at sendiharrarnir eiga at vísa hógv í síni framferð.

- Eingin kann vera í Turkalandi, sum ikki virðir landið, segði hann sambært Reuters.

Stríð tók seg upp, eftir at 10 lond heittu á turkiska forsetan, um at lata ein andstøðing leysan.

Forsetin segði í gjárkvøldið, at tey 10 londini høvdu broytt støðu í gjár, og tað gjørdi viðurskiftini betri.

Hann vísti á, at átta av teimum 10 londunum høvdu skrivað á Twitter í gjár, at tey virdu og vildu halda greinarnar í Wiener-sáttmálanum, um at sendiharrar ikki leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í vertslandinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334