Minkagølan í Danmark: Løgreglan skal endurskapa sms-boð

Minkagølan í Danmark: Løgreglan skal endurskapa sms-boð
Ein nevnd er farin at kanna, hví stjórnin gav boð um, at allir minkar skuldu takast av fyri einum góðum ári síðani
Mette Frederiksen er komin í andróður í málinum um minkarnar, sum í skundi vórðu tiknir av í fjør.
Mynd: RitzauScanpix  
 
29.10.2021 - 13:50

Danska løgmálaráðið hevur biðið løgregluna um hjálp til at endurskapa sms-boð, sum vóru á telefonum í løgmálaráðnum og í forsætisráðnum.

Skivligu boðini eru partur av kanningini hjá nevndini, ið skal kanna handfaringina hjá stjórnini av sonevndu minkagøluni. 

Kanningarnevndin skal kanna tilgongdina, tá stjórnin gav boð um, at allir minkar í Danmark skuldu takast av fyri einum góðum ári síðani.

Tað kom seinni fram, at stjórnin hevði ikki lógarheimild til at geva slík boð.

Boð slettað av sær sjálvum

Kanningarnevndin skal fáa greiði á, hví boð vórðu givin uttan heimild, og um Mette Frederiksen, forsætisráðharri, visti um vantandi heimildina.

Í tí sambandi er komið fram, at kanningarnevndin fær ikki atgongd til skrivlig boð á telefonunum hjá Mette Frederiksen og fleiri øðrum í løgmálaráðnum og forsætisráðnum, tí boðini verða slettað av sær sjálvum eftir 30 døgum. 

Hetta hevur skapt øsing politiskt, og danskir miðlar hava givið Mette Frederiksen eyknevnið "Slette Mette".

Teknikarar í donsku løgregluni skulu nú royna at endurskapa boðini, so kanningarnevndin kann brúka tey. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. mai
Góðan morgun Føroyar
192582
Fríggjadag 30. mai
Morgunlestur fríggjadagur 30.mai 2025
192276
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469