Fiskimálaráðið: Avgerðin um kvotuútlutan stendur við

Fiskimálaráðið: Avgerðin um kvotuútlutan stendur við
Smápartafeløgini, ið ikki fingu uppsjóvarkovtur til vinnuligar royndir og verkætlanir, mugu í rættin við avgerðini, tí Fiskimálaráðið tekur ikki málið upp aftur
Mynd: Savnsmynd  
 
01.11.2021 - 07:47

Smápartafeløgini Faroe Marine Ingredients, North Atlantic Seafood og Ornanes og íverksetarafelagið 08.02.2021 fáa ikki kvotu frá Fiskimálaráðnum í hesum umfarinum.

Fiskimálaráðið hevur svarað, at viðgerðin verður ikki tikin uppaftur.

Feløgini bóðu um uppafturtøku.

 

Vinnuligar royndir og verkætlanir

Talan er um uppsjóvarfisk í sambandi við ítøkiligt skipakeyp til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Fyrr hevur Fiskimálaráðið boðað frá, at umsóknirnar hjá smápartafeløgum Móti og JKS Impex verða heldur ikki viðgjørdar av nýggjum.

Fiskimálaráðið sigur, at avgerðirnar um kvotur kunnu ikki kærast til Fiskimálaráðið.

 

Mugu í rættin

Einasti máti hjá feløgunum at fáa viðhald er at royna málini í rættinum.

Smápartafeløgini Ango og Gráastein fingu kvoturnar, sum Fiskimálaráðið læt í sambandi ítøkiligt skipakeyp. 

Sambært heimasíðnuni Vesselfinder kom Junior, sum Ango hevur keypt í Danmark, á Havnina í gjárkvøldið.

Havfisk, sum Gráastein hevur keypt í Noregi, er enn í Noregi, á veg úr Tromsø til Ålesund, sambært Vesselfinder.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493