Magnus Heinason verður ferðamannaskip

Magnus Heinason verður ferðamannaskip
Gamla havrannsóknarskipið er selt til eitt felag í Kroatia
Magnus Heinason er seldur til Kroatia, har hann skal vera ferðamannaskip.
 
02.11.2021 - 11:34

Gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, er selt einum felagi í Kroatia, sum ætlar at brúka Magnus Heinason sum ferðamannaskip, skrivar Vágaportalurin.

Magnus Heinason stóð á sølulistanum í umleið eitt hálvt ár. Hesa tíðina hevur hann fyri tað mesta ligið við bryggju í Vestmanna. 

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur við Vágaportalin, at fleiri fyrispurningar vóru, eisini úr Føroyum, men tá avtornaði kom bara eitt ítøkiligt boð. Og tað var frá teimum, sum nú hava keypt skipið. 

Sama reiðarí, sum nú hevur keypt Magnus Heinason til ferðavinnuendamál, hevur fyrr keypt skip úr Føroyum til sama endamál. Tað var trolarin Research.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541