Pávin: Ríku londini noyðast at rinda skuld fyri ótálmaða nýtslu

Pávin: Ríku londini noyðast at rinda skuld fyri ótálmaða nýtslu
Pávin er ikki á veðurlagstoppfundinum í Glasgow, men ein kardinalur las viðmerkingarnar hjá pávanum
Frans pávi sigur, at tíðin er komin til at bera skjótt, at vera djørv, og samstundis síggja veruleikan í eyguni.
Mynd: RitzauScanpix  
 
03.11.2021 - 09:38

Ríku londini í heiminum hava eina grøna skuld at rinda fyri ótálmaða nýtslu av egnum náttúruríkidømi og náttúruríkidøminum hjá øðrum londum.

Tað var høvuðsboðskapurin í røðuni hjá Frans páva á veðurlagsráðstevnuni í Glasgow, skrivar Reuters.

Viðmerkingarnar hjá pávanum vórðu lisnar upp av kardinalinum, Pietro Parolin, sum stendur á odda fyri sendinevndini hjá Vatikaninum í Glasgow.

Eiga at vera djørv

- Tíðin er komin til at bera skjótt, at vera djørv, og samstundis síggja veruleikan í eyguni, stóð í boðunum frá Vatikaninum.

84 ára gamli pávin, sum hevur virkað nógv fyri umhvørvinum í síni tíð sum pávi, hevur fleiri ferðir sagt seg vóna, at hann kundi fara til Glasgow á COP-26 ráðstevnuna.

Men 8. oktober boðaði Vatikanið frá, at pávin ikki fór á ráðstevnuna, og at Parolin skuldi standa á odda fyri sendinevndini hjá Vatikaninum í Glasgow. Einki annað varð nevnt, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949