Fiburnet í Funningi skal fíggja standmynd av Grími Kamban

Fiburnet í Funningi skal fíggja standmynd av Grími Kamban
Fíggjarnevndin hjá Runavíkar kommunu mælir býráðnum til at selja fiburnetið í Funningi til Pf. Net fyri 265.000 kr. og brúka pengarnar til eina standmynd av Grími Kamban
Ein standmynd av Grími Kamban skal reistast í Funningi fyri pengarnar, sum Runavíkar kommuna fær fyri fiburnetið í bygdini
Mynd: Savnsmynd  
 
04.11.2021 - 09:05

Fá eru óivað tey, ið vita, at Funningur hevur havt egið fiburnet og egið fiburnet felag, Rás Funningur, síðani 2007. 

Hetta kemur fram í sambandi við býráðsfundin í Runavík í kvøld. 

Tað var í samband við, at nýggj vatnleiðing varð gjørd í 2007, at Funnings kommuna legði fipurnet í sama grevsturin til øll hús í bygdini og stovnaði Rás Funningur fyri skattaðar pengar.

Landafrøðiliga staðsetingin av bygdini, umgird av høgum fjøllum, hevði ta avleiðing, at trupult var at fáa vanlig sjónvarpað signal niður í bygdini.

 

Rás Funningur enn virkin

Rás Funningur er framvegis virkið, og fiburið hevur higartil bert verið brúkt til sjónvarpsrásirnar.

Nú tørvurin á breiðbandi og breiðbandsferð er vaksin, hava funningsfólk vent sær til kommununa um, hvussu bygdin kann fáa betri internetsamband.

Runavíkar kommuna hevur tí samráðst við Pf. Net hjá Føroya Tele um, hvussu funningsfólk frameftir kundu fáa fyrstafloks breiðband umvegis fipurnetið hjá kommununi.

 

NET yvirketur Rás Funningur

Partarnir eru komnir ásamt um, at NET yvirtekur fiburnetið í Funningi og rindar kommununi 265.000 kr. fyri tað.

Táið fæið úr fipursáttmálanum er avleiðing av skattaðum peningi í gomlu Funnings kommunu, hevði tað verið hóskiligt, at bygdin onkursvegna fær nyttuna burturúr sínum egna fæi. 

Fíggjarnevndin hjá Runavíkar kommunu mælir býráðnum at taka undir við keypssáttmálanum, og at søluupphæddin verður latin Funnings bygdarfelag til arbeiðið at reisa eina standmynd av Grími Kamban í bygdini.

Funnings Bygdarfelag hevur valt Jóanis Erik Køtlum til formann í verkætlanarbólkinum, sum skal fremja verkætlanina. Hinir í nevndini eru Jóanes Johannessen og Rodmundur Nielsen.

Listamaðurin er funnin, og er hann farin undir at gera standmyndina, og hartil hevur Runavíkar kommuna keypt jarðargeiran, har sum standmyndin skal setast og standa.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650