Útlendsk sjófólk skulu hava norska løn

Útlendsk sjófólk skulu hava norska løn
Útlendsk ferðamannaskip, sum vitja Oslo, Bergen, Hardanger og Ålesund, kunnu ikki longur rinda filippinska løn, tá tey eru í norskum sjógvi
Útlendsk ferðamannaskip, sum vitja ávísar býir í Noregi, skulu rinda norska løn, ætlar norska stjórnin.
Mynd: VisitNorway  
 
15.11.2021 - 08:35

Norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran, vil tryggja øllum sjófólkum lønar- og arbeiðsumstøður sambært norskum treytum, meðan tey eru í norskum sjógvi, eisini sjófólk við útlendskum ferðamannaskipum, sum hava Noreg sum høvuðsmál.

Arbeiðið at fyrireika lógaruppskotið er byrjað, váttar Skjæran fyri VG.

Tað merkir, at útlendsk ferðamannaskip, sum vitja Oslo, Bergen, Hardanger og Ålesund, ikki longur kunnu rinda filippinska løn, tá tey sigla í norskum sjógvi. 

Stórur sigur

Norska lønin er kortini ikki galdandi fyri skip, sum koma í norska havn við vørum og ferðafólkum, og fara avstað aftur.

- Hetta er ein stórur sigur, sigur formaðurin í norska Sjómannafelagnum, Johnny Hansen.

- Vit hava arbeitt við hesum síðani 2008, og nú hendir endiliga okkurt, sigur hann.

Bjørnar Skjæran er norskur fiskimálaráðharri. (Mynd: Aftenposten)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375