Grønland: Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum leggur frá sær

Grønland: Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum leggur frá sær
Eitt fyrisitingarligt mál í høvuðsstaðarkommununi, har hon var borgarstjóri, hevur fingið Asii Chemnitz Narup at taka seg úr landsstýrinum.
Asii Chemnitz Narup hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna í Grønlandi.
Mynd: KNR  
 
23.11.2021 - 14:32

Í Grønlandi hevur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Asii Chemnitz Narup, lagt frá sær, í kjalarvørrinum á einum máli, sum byrjaði, tá ið hon var borgarstjói í Sermersooq-kommunu, sum er høvuðsstaðarkommunan í Grønlandi.

Eftirlitsmyndugleikar hava funnist at mannagongdum í fyrisitingini á bústaðarøkinum í kommununi. Hena skipanim var sett í verk, meðan Asii Chemnitz Narup var borgarstjóri.

- Eftirlitsmyndugleikin hevur eftir øllum at døma ikki álit á mær. Eg havi tí ongan annan møguleika enn at leggja frá mær, sigur fyrrverandi borgarstjórin í tíðindaskrivi.

Skal ikki ávirka umdømið hjá landsstýrinum

Hon sigur, at hon ikki hevur sæð frágreiðingina frá Eftirlitsmyndugleikanum enn, heldur ikki tilfarið, sum atfinningarnar eru grundaðar á. Men tað, sum hon hevur gjørt sum borgarstjóri, skal ikki ávirka umdømið hjá landsstýrinum.

Asii heldur tað kortini vera løgið, at hon onga aðra kunning hevur fingið um málið enn eitt tíðindaskriv, sum er sent miðlunum. 

Tekur atfinningar til eftirtektar

- Eru atfinningarnar rættar, at eg sum borgstjóri havi umsitið mítt øki á skeivum løgfrøðiligum grundarlagi, og ikki havi tikið fíggjarnevndina við í mínar avgerðir, so harmist eg um tað, og taki atfinningarnar til eftirtektar. Men eg eri sannførd um, at fíggjarnevndin var við í avgerðini, og at mannagongdin var løgfrøðiliga í lagi.

- Eg havi ikki havt atgongd til upplýsingar, sum Eftirlitsmyndugleikin grundgevur við í sínum atfinningum, og tí er torført hjá mær at verja meg ella at fáa greiði á, um upplýsingarnar eru rættar, sigur Asii Chemnitz Narup.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 8mf
211095
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf kvinnur
211090
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 14-16
211086
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir
211084