B36 vann Løgmanssteypið eftir brotssparkskapping

B36 vann Løgmanssteypið eftir brotssparkskapping
Mathias Thrane skeyt avgerandi brotsparkið, tá B36 vann steypafinaluna eftir brotssparkskapping og fór avstað við Løgmanssteypinum, evropeiskum fótbólti og milliónunum
Fagnaðurin var øgiligur, tá Bjarni Petersen, liðskipari, lyfti steypið
 
04.12.2021 - 19:22

Mathias Thrane átti avgerandi sparkið, tá B36 vann finaluna um Løgmanssteypið eftir longda leiktíð og brotssparkskapping ímóti NSÍ á Tórsvølli.

Alex Mellemgaard misnýtti fyrst úr ellivu metrum eftir miseydnaða panenka-roynd, men tá bæði Aron Knudsen og Tróndur Jensen skutu omanfyri, fór B36 avstað við sínum sjeynda Løgmanssteypið og evropeiska fótbóltinum, sum fylgir við næsta ár.

Tað var annars NSÍ, sum fekk eina dreymabyrjan á Tórsvølli.

Tíggju minuttir vóru spældir, tá Klæmint A. Olsen varð sendur avstað, og Mathias Lamhauge kom langt út út málinum at rudda burtur. Ólukkutíð fór bólturin beint á Jacob Trenskow, sum hegnisliga fann Aron Knudsen, og framherjin setti bóltin í netið, eftir at hann lætt fór framvið Lukasi Enevoldsen.

Løtu seinni fekk Aron Knudsen enn ein stóran málmøguleika, tá hann gjørdist leysur, men rakti ikki málið við lobbara úr spískum.

B36 tekur yvir

Sum hálvleikurin leið, fann B36 stevið, og tað gav úrslit, tá ein hálvum tími var spældur. Hannes Agnarsson og dagsins spælari, Andrass Thomsen, broderaðu seg ígjøgnum verjuna í høgru og síðstnevndi skoraði við skoti úr spískum, sum Karstin Hansen kanska átti at havt bjargað.

Tað var Andrass Thomsen, sum stóð fyri tí besta hjá B36. Fimm minuttir eftir útjavnandi málið var miðvallarin sentimetrar frá at leggja B36 framum, men hesa ferð var Karstin Hansen klárur og fekk ein labba á lága skotið.

Hvíta yvirtakið heldur fram

Árstalsfelagið helt fram við góða spælinum eftir steðgin, og hevði onkrar góðar møguleikar miðskeiðis í seinna hálvleiki. NSÍ setti Trónd Jensen á vøllin, og hann gav NSÍ eitt sindur av tamarhaldi, men tað var B36, sum var nærri við at avgera dystin í vanligu leiktíðini. 

Sebastian Pingel, sum spældi sín síðsta dyst fyri B36, kundi fingið avgerandi leiklutin, men hann sendi bóltin við síðuna av í yvirtíðini, tá tað næstan hevði verið lættari at skora.

Mathias Thrane fekk síðsta orðið

Liðini skuldu í umdyst, men har hendi ikki stórvegis, og sum minuttirnir gingu, varð greitt, at liðini høvdu sligið seg til tols við brotssparkskapping. 

Eins og í hálvfinaluni ímóti HB, sendi NSÍ Tórð Thomsen inn til brotssparkskappingina, og eina lítla løtu sá út til, at hann fór at endurtaka bragdið úr Runavík. Alex Mellemgaard, sum skeyt annað brotssparkið hjá B36, royndi seg við einum sonevndum panenka, men Tórður Thomsen leyp hvørki til høgru ella vinstru og loftaði í staðin tama skotinum.

Men Aron Knudsen tók ikki av, sendi sítt skot omanfyri, og tá Tróndur Jensen gjørdi tað sama, fekk Mathias Thrane dystarbólt. Hann sendi bóltin høgt til høgru, og kundi stórfegnast saman við liðfeløgunum og viðhaldsfólkunum um sjeynda Løgmanssteypið hjá B36. 

Afturat hesum tók B36 fjórða evropeiska plássið av NSÍ, og við tí fylgja smáar tvær milliónir krónur, sum óivað koma væl við í felagskassanum.

NSÍ-B36, 1-1 (finalan um Løgmanssteypið, Tórsvøllur)
1-0 Aron Knudsen, 10 min.
1-1 Andrass Thomsen 30 min.

Brotssparkskapping
1-0 Klæmint A. Olsen
1-1 Lukas Enevoldsen
2-1 Rógvi Egilstoft
2-1 Alex Mellemgaard (misnýtt)
2-1 Aron Knudsen (misnýtt)
2-2 Benjamin Heinesen
3-2 Betuel Hansen
3-3 Bjarni Petersen
3-3 Tróndur Jensen (misnýtt)
3-4 Mathias Thrane



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819