Ætlanin um stórhøll á Strondum slept

Ætlanin um stórhøll á Strondum slept
Umsóknin um stuðul, sum var send løgtinginum, er eisini tikin aftur
Bólkurin, sum hevur arbeitt við ætlanini um stórhøll á Strondum, er givin.
 
10.12.2021 - 08:44

Bólkurin, sum arbeiddi fyri stórhøll á Strondum, er givin.

Og umsóknin um stuðul, sum var send løgtinginum, er tikin aftur.

Orsøkin er, sigur bólkurin, at stuðul er játtaður til stórhøll í Hoyvík. 

Tórshavnar kommuna og fólkatingið hava játtað 140 mió. kr. til verkætlanina í Hoyvík.

Endamálið rokkið

Høvuðsendamálið hjá bólkinum var at fáa eina stórhøll í Føroyum. Við høllini í Hoyvík er endamálið rokkið, sigur bólkurin.

Sambært bólkinum fór høllin á Strondum at kosta 120 mió.kr. Landið fekk umsókn um 84 mió. kr., 70 prosent.

Sjóvar kommuna segði seg vilja stuðla høllini við 30 prosentum av 120 mió.kr.

Og grundøki var ávíst. Ætlanin var, at ein sjálvsognarstovnur skuldi byggja stórhøllina, sum skuldi verða liðug fyrst í 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542