Uppskot um fyrstu føroysku integrasjónslóg sent til hoyringar

Uppskot um fyrstu føroysku integrasjónslóg sent til hoyringar
Uppskotið um fyrstu føroysku integrasjónslógina er sent til hoyringar. 
 
29.12.2021 - 10:01

Umhvørvis-og vinnumálaráðið sigur, at endamálið við lógini er at tryggja, at tilflytarar fáa møguleika at gagnnýta sínar førleikar og síni evni á ein hátt, sum gevur teimum møguleika at vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. 

Lógin skal stuðla undir, at tilflytarar verða tryggjað høvi at gerast partur í politiskum-, fíggjarligum-, arbeiðsmarknaðarligum-, sosialum- og mentanarligum sambondum í Føroyum. 

Lógin skal eisini tryggja, at allir tilflytarar eru kunnaðir um treytir, krøv og møguleikar, sum eru galdandi í Føroyum. 

Ætlanin er, at seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at fólk hava víst í verki, at tey vilja vera partur av føroyska samfelagnum.

- Hesar treytir eru longu í útlendingalógini, men um tað skal bera til at seta slíkar treytir, so má eitt hóskandi intergrasjónstilboð eisini vera tøkt, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Í januar í ár vóru 4% av fólkatalinum í Føroyum útlendingar. 

Hoyringarfreistin um uppskotið um integrasjónslógina er 25. Januar 2022.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424