Grønland: Fleiri enn 600 eru smittað

Grønland: Fleiri enn 600 eru smittað
Koronutiltøkini verða herd, og øll, sum eru eldri enn 12 ár, skulu vísa koronupass
Í løtuni eru 604 fólk sjúk, og tað er fyrstu ferð, at fleiri enn 600 fólk hava koronu í Grønlandi.
Mynd: KNR  
 
05.01.2022 - 08:49

Eisini í Grønlandi breiðir koronusmittan seg, og tað hevur fingið myndugleikarnar at herða tiltøkini. Broytingarnar komu í gildi í morgun.

Í løtuni eru 604 fólk sjúk, og tað er fyrstu ferð, at fleiri enn 600 fólk hava koronu í Grønlandi, skrivar Ritzau.

Eitt av krøvunum er, at bert helvtina av teimum, sum kunnu vitja matstøð og skeinkistøð samstundis, sleppa inn. Og øll, sum eru yvir 12 ár, skulu vísa koronupass.

Tey, sum verða staðfest positiv, fáa í framtíðini eitt sms, tá tey eru staðfest sjúk, og skulu ikki bíða efti úrslitinum av kanningini.

Longd til 5. apríl

Av tí sama kunnu fólk skjótari fara í sóttarhald, sigur Múte B. Egede, landsstýrisformaður.

Tiltøkini, sum vóru sett í gildi í desember, verða longd til 5. apríl, men eru nú bert galdandi fyri pláss, har sjúkan breiðir seg.

Talan er um koronupass og masku, sum fólk í teimum økjunum skulu hava.

Í løtuni eru 1205 fólk í Føroyum smittað, og trý eru innløgd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329