Semingsroyndin aftur útsett

Semingsroyndin aftur útsett
Nú er ætlanin at royna mánadagin 10. januar
Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen eru semingsmenn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.01.2022 - 10:28

Semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Starvsfelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum skuldi byrja í morgin klokkan 10, er aftur úsett, tí onkur teirra, sum er við í samráðingunum, hevur fingið koronu.

Nú er ætlanin at royna mánadagin 10. januar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsroyndin skuldi byrja 7. desember, men varð tá av ongum. Orsøkin tá var eisini korona.

Boð vóru send eftir Semingsstovninum 29. november, tí semja fekst ikki um lønina.

Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401