Daniel Ortega fer undir sítt fjórða forsetaskeið

Daniel Ortega fer undir sítt fjórða forsetaskeið
Kona hansara er eisini tikin í eið sum varaforseti í Nikaragua
Daniel Ortega var tikin í eið sum forseti í Nikaragua, og hann fer nú undir sítt fjórða forsetaskeið.
Mynd: RitzauScanpix  
 
11.01.2022 - 09:17

Í gjár var 76 ára gamli Daniel Ortega tikin í eið sum forseti í Nikaragua, har hann nú fer undir sítt fjórða forsetaskeið.

Samstundis var kona hansara, Rosario Murillo, tikin í eið sum varaforseti. Dóttir og sonur Ortega eru eisini sett í starv sum ráðgevarar hjá forsetanum.

Millum innbodnu gestirnar til hátíðarhaldið vóru umboð úr Venesuela, Kuba, Kina, Russlandi, Iran, Norðurkorea og Sýria.

Ortega var afturvaldur á forsetavalinum 7. november.

Valsigurin kom ikki óvart á, eftir at 40 andstøðupolitikarar, harav sjey, sum høvdu ætlað at stilla upp ímóti Ortega, vórðu tiknir og settir í fongsul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454