Posta hátíðarheldur Margrethu drotning

Posta hátíðarheldur Margrethu drotning
Í sambandi við, at Margretha drontning fríggjadagin hátíðarheldur 50 ár á trónuni, gevur Posta eitt serligt smáark út
Posta hátíðarheldur Margrethu drotning við einum smáarki
Mynd: Posta  
 
12.01.2022 - 14:07

Tann 14. januar 2022 kann Margretha drotning hátíðarhalda, at hálv øld er liðin, síðani hon gjørdist drotning.

Í tí sambandi gevur Posta út eitt serligt smáark, har Margretha drotning situr framman fyri Kirkjubømúrin.

Drotningin er í føroyskum klæðum, og kring hana er grønur bøur og blátt hav.

 

Stóran tokka til Føroyar

Á henda hátt vísir smáarkið tokka hennara til Føroyar, og føroyska søgu, mentan og náttúru, skrivar Posta í tíðindaskrivi. 

Posta vísir á, at eingin av kongunum undan henni hevur vitjað í Føroyum so ofta sum Margretha drotning. 

Tað er viðurkendi norski listamaðurin, Martin Mörck hevur sniðgivið og myndrist smáarkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537