Talgilda heilsuskipanin verður uppstigað

Talgilda heilsuskipanin verður uppstigað
Avgreiðslutíðin hjá kommunulæknum og á apotekinum verður eitt sindur drúgvari enn vant
Talgilda heilsuskipanin verður brúkt í øllum heilsuverkinum og í pørtum av eldrarøktini.
 
14.01.2022 - 16:02

Talgilda heilsuskipanin verður uppstigað um vikuskiftið. Tí kunnu fólk vænta, at avgreiðslutíðin hjá kommunulæknum og á apotekunum verður eitt vet longur í næstu viku, meðan starvsfólkini venja seg við skipanina.

Tað skrivar landssjúkrahúsið á síni heimasíðu í dag.

Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við at uppstiga talgildu heilsuskipanina, sum verður brúkt í øllum heilsuverkinum og í pørtum av eldrarøktini. Talan er um eina umfatandi og neyðuga dagføring av skipanini, verður sagt.

Vanliga hava slíkar størri tøkniligar dagføringar við sær avbjóðingar fyrstu dagarnar eftir uppstiganina. Heilsustarvsfólkini skulu venja seg við skipanina og nýggju tøknina.

Tí kunnu fólk yvirhøvur vænta longur avgreiðslutíðir í viðtalunum hjá kommunulæknunum og á sjúkrahúsunum frá mánadegnum. Eisini kunnu bíðitíðirnar á apotekunum verða longri enn vant.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025