European Cup lutakastið hjá H71 í morgin

European Cup lutakastið hjá H71 í morgin
Í morgin fáa kvinnurnar hjá H71 at vita, hvørjum tær skulu spæla ímóti í fjórðingsfinalunum í Evropa Cup-kappingini
H71 hevur skrivað føroyska hondbóltssøgu í Evropa hetta kappingarárið
 
17.01.2022 - 10:28

Fyrrapartin í morgin fáa hondbóltskvinnurnar hjá H71 at vita, hvørjum tær skulu spæla ímóti í fjórðingsfinalunum í sokallaðu EHF European Cup.

Lutakast verður um bæði fjórðings- og hálvfinalur í Wien í morgin klokkan 10.00.

Í fjórðingsfinalunum verða øll átta liðini, sum eftir eru í kappingini, latin í ein pott. Eingin styrkismeting er og lið úr sama landi kunnu eisini hittast.

Fyrru fjórðingsfinalurnar verða spældar 12. ella 13. februar, og seinnu dystirnir vera vikuskiftið eftir.

Annar av venjarunum hjá H71, Ingi Olsen, er fleiri ferðir spurdur um, hvørjum hann helst vil møta í fjórðingsfinalunum.

Hann ynskir sær ÍBV; tað er ikki so løgið, tí dótturin, Ingibjørg Olsen, spælir við liðnum í Vestmannaoyggjunum. 

Liðini í fjórðingsfinalunum eru hesi:

Costa del Sol Malaga (Spania)
Rocasa Gran Canaria (Spania)
Visitelche.com Bm Elche (Spania)
H71 (Føroyar)
IBV Vestmannaeyjar (Ísland)
ZRK Bekament Bukovicka Banja (Serbia)
HC DAC Dunajská Streda (Slovakia)
HC Galychanka Lviv (Ukraina)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858