Martin Joensen fekk Serstøku virðisløn landsins 2021

Martin Joensen fekk Serstøku virðisløn landsins 2021
"Orðini og tónarnir hjá Martini nema við hjartastreingir okkara," staðfesti landsstýrismaður í mentamálum, tá hann kunngjørdi, at Martin Joensen fær Serstøku virðislønina
Martin Joensen fekk Serstøku virðisløn landsins 2021. Heilsan hevur bilað, men tað gongur móti ljósari tíðum, segði Martin Joensen í heilsan.
 
19.01.2022 - 19:24

Tann sannroynd, at Martin Joensen eru umboðaður við 36 sangunum í Grønu sangbók frá 1993, og hann hevur sjálvur gjørt lag til teir flestu sangirnar, sigur í roynd og vera alt um, hvønn fólksligan týdning, Martin Joensen hevur.

Hvørt mansbarn her á landi kennir sangirnar "Ró" og "Morgun". 

Men tað var serliga fjølbroytni hjá Martini Joensen, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, dróg fram, tá hann handaði Martini Joensen, tónlistamanni, Serstøku virðisløn landsins. 

Martin Joensen eigur eisini tríggjar sangir í Sálambók Føroya kirkju, og tveir eru í nýggju sangbók brøðrasamkomunnar. Tónlist Martins fevnir um alt frá føðing til dans til grøv. 

 

Fjøllistamaður

Martin Joensen er tó ikki einans tónlistamaður, tí hann er eisini yrkjari og listamálari, og tað varð eisini tikið við í metingini. 

"Fyri sangir, tónar, orð og málningar, sum lita lívsleið okkara og geva okkum vón, fekk Martin Joensen Serstøku virðisløn landsins 2021 frá landsstýrismanninum í mentamálum," staðfesti Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, tá hann handaði Martini Joensen Serstaku virðisløn landsins,

Serstaka virðisløn landsins er 50.000 krónur, og verður latin lista- ella mentafólki, ið hevur víst serliga góð evni og/ella hevur gjørt vart við seg á sínum øki.

 

Íblástur frá gomlum teknirøðum

Í 2018 var Lyst á gátt hjá Martini Joensen og tosaði við hann um hansara málningalist. 

Martin greiddi frá, at tónleikurin og tekningarnar hevði fylt meginpartin av listarliga lívi hansara. 

Men tá hann flutti oman í miðbýin í Havn aftur at búgva, fekk hann aftur hug at mála, og tað var millum annað internetinum fyri at takka. 

MARTIN_JOENSEN_HD

Í tínum trygdarskugga

Martin Joensen var í 2017 eisini gestur hjá Armgarð Arge í sendingini Credo, har hann greiddi frá um tónleikin hjá sær. 

Sangirnir og sálmarnir, hann hevur skrivað, eru tætt tengdir at lívi hansara, tí Martin Joensen hevur møtt mótgangi í lívinum. Fyri nøkrum árum síðani var Martin Joensen illa sjúkur av krabbameini, og tá fekk Martin eitt himmalst samband.

1125620

 

Les alla grundgevingina hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, fyri at lata Martini Joensen, tónlistamanni, yrkjara og listamálara, Sertøku virðisløn landsins 2021.

-----------

Serstaka virðisløn landsins fyri 2021

verður latin

Martini Joensen
yrkjara, tónleikara, sangara og listamálara


Martin Joensen hevur gjøgnum skjótt hálva øld hegnisliga yrkt og sungið um lívið í øllum tess brigdum. Orðini og tónarnir hjá Martini nema við hjartastreingir okkara. 

Tá vit koma saman til hátíðarhald ella í veitslulag, er Martin Joensen ofta við okkum. Sangskrivaragávur hansara eru framúr góðar, og sangir hansara eru vorðnir væl umtóktir millum allar føroyingar. Tað man vera fáur, ið ikki kennir Ró ella Morgun, tvær av sangperlum Martins, sum eru við í Grønu sangbókini frá 1993. Martin Joensen er umboðaður við 36 sangum í hesi sangbók, og hann hevur sjálvur gjørt lag til flestu teirra.

Virksemið hjá vestmenninginum Martini Joensen hevur verið fjølbroytt og rúgvismikið. Hann hevur verið við í fleiri tónleikabólkum og var ein av oddamonnunum í Vestmonnum.

Martin Joensen hevur týtt sangir úr øðrum málum og yrkt sangir fyri onnur. Hann hevur eisini skrivað tríggjar sangir til Sálmabók Føroya kirkju, tá sálmaskatturin varð víðkaður í 2019, og í nýggju sangbók brøðrasamkomunnar finna vit tveir av sangum hansara.

Fyri Martin er lívið ljós, litir, tónar og vónir, og hetta takkar hann “Timburmanninum úr Nazaret” fyri. 

Fyri sangir, tónar, orð og málningar, sum lita lívsleið okkara og geva okkum vón, fær Martin Joensen Serstøku virðisløn landsins 2021.

Jenis av Rana, landsstýrismaður
19. januar 2022

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858