Akstovan skal nú eisini útvega prísir frá útlendskum innflytarum

Akstovan skal nú eisini útvega prísir frá útlendskum innflytarum
Lógin um Akstovuna verður broytt
Ein avgerð í Skatta- og avgjaldskærunevndini hevur við sær, at lógin um Akstovuna verður broytt.
 
20.01.2022 - 08:45

Ein avgerð hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini í fjør summar krevur, at lógin um Akstovuna verður broytt. 

Sambært avgerðini skal Akstovan útvega upplýsingar um upprunaprísir frá útlendskum innflytarum og bilframleiðarum, sum Akstovan annars einki tilknýti hevur til.

Hesa skyldu hevur Akstovan ikki sambært galdandi lóg.

Týskland og Sveis

Skatta- og avgjaldskærunevndin álegði Akstovuni at royna at útvega skjalprógv fyri upprunavirðinum á akfari frá framleiðara í Týsklandi ella innflytara í Svøríki. 

Akstovan kann, sambært lógaruppskotinum, eisini í serligum førum brúka upplýsingar í akfarsskránni til at gera eina meting um upprunavirðið, um ikki tey, sum innflyta brúkt akfar, eru før fyri at útvega skjalprógvið, sum tey annars hava skyldu til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV