- Tíðindi, mentan og ítróttur
Limur í sendinevndini hjá Taliban settur í samband við yvirgangsálop
Í gjár kom ein sendinevnd við 15 limum úr harðrenda Taliban til Noreg.
Limirnir skulu hitta norskar myndugleikar og embætisfólk úr USA og øðrum evropeiskum londum.
Á fyrsta fundardegi skal sendinevndin hitta umboð fyri kvinnufelagsskapir, mannarættindaaktivistar og umboð fyri afghanskar miðlar.
Eftir ætlan verða fundir við vesturlendsku umboðini fram til týsdagin.
Síðan Taliban tók valdið í Afghanistan, hava tey latið gentuskúlar aftur, nokta kvinnum at arbeiða úti og sett krav at allar kvinnur í Afghanistan skulu hava turriklæði. Uttanríkismálaráðharrin, Amir Khan Muttaqi er leiðari fyri sendinevndina hjá Taliban.
Við at bjóða Taliban til Noreg vónar norska stjórnin, at kunna gera sítt til, at hjálpa neyðstøddu fólkunum í Afghanistan, har vetrarkuldin, mangul á brennievni og matvørum, nú setir sín dám á teirra lív.
Settur í samband við yvirgangsálop
Ein av limunum úr sendinevndini hjá Taliban verður settur í samband við eitt álop á eitt hotel í 2008, har eitt nú ein norskur journalistur lat lív.
Limurin er bróður leiðaran í Haqqani-netverkinum, sum stóð aftanfyri álopið á hotellið í Serena í afganska høvuðsstaðnum, Kabul, í 2008.
Sambært NRK hevur maðurin, Anas Haqqani, verið á svarta lista hjá USA, fyri at hava sambond við yvirgangsvirksemi.
Ein norskur embætismaður frá norska uttanríkisráðnum, var eisini særdur undir álopinum, meðan fimm onnur lótu lív.
Sambært NRK er mest sannlíkt, at sendinevndin ikki kemur at hitta norska uttanríkismálaráðharran.