Talibani í afganska ferðalagnum meldaður í Noregi

Talibani í afganska ferðalagnum meldaður í Noregi
Anas Haqqani verður lagdur undir at hava framt nøkur av ógvisligastu álopunum á afganska fólkið síðani 2001
Anas Haqqani er við í afganska ferðalagnum, sum í løtuni er á vitjan í Noregi. Nú er hann meldur til norsku løgregluna.
Mynd: BBC  
 
24.01.2022 - 11:17

Anas Haqqani, ein av teimum 15 taliban-limunum, sum eru komnir á diplomatiska vitjan í Noregi, er meldaður til løgregluna.

Tað er norsk-afganski Zahir Athari, sum hevur meldað.

- Vit hava meldað hann fyri krígsbrotsverk og brot á mannaættina, sigur Zahir Athari við NRK.

 

Herleiðari

27 ára gamli, Anas Haqqani, er afganskur hernaðarleiðari og ein av teimum í leiðsluni í Haqqani-netverkinum, sum er partur av Taliban. 

- Anas Haqqani er ein av monnunum aftan fyri nøkur av teimum ógvisligastu álopunum á afganska fólkið síðani 2001, har fleiri eru deyð. Tað ger ilt hjartað, at hann kemur sum ein høgt virdur gestur til Noregs. Hann skuldi í staðin verði lagdur í handjørn og fluttur til mannarættindadómstólin í Haag, sigur Athari við norskar miðlar.

Flestu lond í heiminum hava ongantíð góðtikið Taliban sum veruligu stjórnina í Afganistan.

Danmarks Radio skrivar, at Anas Haqqani er bróðir Sirajuddin Haqqani, sum er næstovasti í Taliban.

Haqqani-netverkið verður framvegis roknað sum ein yvirgangsfelagsskapur av USA, og Sirajuddin Haqqani er framvegis eftirlýstur av FBI fyri eitt álop í 2008.

 

Finnast at Støre

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre hevur fingið sera nógvar atfinningar, nú umboð fyri afgansku stjórnina eru komin til Noregs at fundast.

- Eg skilji, at atfinningar koma. Talan er um eina rørslu, sum hevur heilt onnur virði enn tey, vit hava. Men vit mugu arbeiða soleiðis sum støðan er í heiminum, segði Jonas Gahr Støre við NRK í gjárkvøldið.

Hann vísir á, at Afganistan nærkast eini menniskjansligari kreppu. Fleiri millliónir børn eru í vandi fyri at doyggja í hungri, og næstan 90 prosent av fólkinum hava tørv á hjálp.

Jonas Gahr Støre er á fundi í ST-trygdarráðnum í New York, og hittir tí ikki Taliban í Noregi.

Fleiri norðmenn eru eisini sera argir um, at norski staturin hevur goldið  næstan sjey milliónir norskar krónur fyri at fáa eitt privatflogfar at flúgva talibanararnar til Noregs.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375