Koronuátøk: Grønland slakar ikki

Koronuátøk: Grønland slakar ikki
Í summum førum verða átøkini herd. Munnbind og koronupass verða kravd í øllum landinum
Pele Broberg, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at hildið verður fast um koronuátøkini, hóast Føroyar og Danmark slaka.
 
26.01.2022 - 09:00


Meðan Føroyar í næstum slaka í koronuátøkunum, og Danmark væntandi fer at boða frá tí sama í dag, heldur Grønland fast.

Í gjár boðaði Pele Broberg, landsstýrismaður í vinnumálum frá, at tey halda fast við koronuavmarkingarnar, og í onkrum førum herða tey eisini átøkini.

Nú verður kravt, at fólk hava munnbind og koronupass í øllum Grønlandi. Haraftrat sleppur ongin, sum er eldri enn 15 ár, inn í almenn støð, t.d. skeinkistøð, biografar og venjingarmiðstøðir uttan koronupass og munnbind.

Hetta er galdandi fyri øll 15 ár og eldri, uttan so, at tey skulu arbeiða á staðnum.

Eisini undantøk

Nøkur undantøk eru tó, eitt nú handlar, flogvøllir og avgreiðslur hjá almennum myndugleikum.

Frammaundan hava koronuavmarkingarnar í Grønlandi bert verið galdandi í støðum við ókendum smittuketum.

Nýggju avmarkingarnar kom í gildi í dag, og tær verða galdandi til 14. februar.

Eftir at smittutølini vóru millum 600-700 um dagin, vóru fyrradagin 214 nýggir tilburðir. 15 fólk eru innløgd við koronu í Grønlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858