Danmark setur koronuavmarkingar úr gildi

Danmark setur koronuavmarkingar úr gildi
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, helt tíðindafund í gjárkvøldið
 
27.01.2022 - 08:56


1. februar verður korona ikki roknað sum ein samfelagshóttandi sjúka longur, og tí verða flestu koronuavmarkingarnar sleptar.

Tað boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, frá á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Tað er eftir tilmæli frá donsku farsóttarnevndini, at nærum allar koronuavmarkingarnar í Danmark nú verða sleptar, segði hon:

 

Sí videobrot frá tíðindafundinum í gjárkvøldið:

 

Mette_og_tidindafundur

 

Farsóttarnevndin mælir kortini til, at kravið um koronukanning og sóttarhald í sambandi við, at fólk koma til Danmarkar, framvegis verður í gildi í ein mánað aftrat. Enn er ikki semja um hetta í Fólkatinginum.

Danir hava bíðið leingi eftir fráboðanini frá stjórnini, sigur Kaj Joensen, tíðindamaður á Christiansborg:

 

1505165

 

Hóast smittutølini í Danmark í gjár vóru um 50.000, so er trýstið á heilsuverkið ikki stórt, og tí vera avmarkingarnar sleptar nú, sigur Kaj Joensen:

 

1505166

 

Hóast koronuavmarkingarnar nú verða sleptar, mæla heilsumyndugleikarnir tó framvegis til, at munnbind og koronupass verður brúkt á sjúkrahúsum og ellisheimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847