Úr Brasil til Føroya at kanna matvørur

Úr Brasil til Føroya at kanna matvørur
Matvørumyndugleikin í Brasil kemur til Føroya í apríl at kanna virki og skip, sum ætla at útflyta til Brasil.
Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava góðkenning úr Brasil.
 
30.01.2022 - 12:29

Matvørumyndugleikin í Brasil kemur til Føroya í apríl at kanna virki og skip, sum ætla at útflyta til Brasil.

Heilsufrøðiliga starvsstovan biður virki og skip, sum vilja verða kannað, um at boða frá fyri 4.februar.

Virkini og skipini skulu frammanundan vera á ES lista.

Tvey eftirlitsfólk koma úr Brasil til Føroya og vera her í tíggju dagar.

Matvørumyndugleikin í Brasil, MAPA, skal eisini góðkenna Heilsufrøðiligu starvsstovuna sum eftirlitsmyndugleika. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858