Veðurlagsavtala: Grønland brúkar Føroyar sum fyrimynd

Veðurlagsavtala: Grønland brúkar Føroyar sum fyrimynd
Føroyska loysnin ger, at Grønland sjálvt kann velja síni veðurlagsmál
Mute B. Egede er landsstýrisformaður í Grønlandi.
 
31.01.2022 - 09:23

Grønland ætlar at brúka Føroyar sum fyrimynd, tá Grønland fer upp í veðurlagsavtaluna, sum var gjørd í París í 2015, skrivar Sermitsiaq.

Føroyska loysnin ger, at Grønland sjálvt kann velja síni veðurlagsmál og tí fær stýrt, hvussu veðurlagsavtalan rakar Grønland.

Múte B. Egede, landsstýrisformaður, segði á veðurlagsráðstevnuni COP26 í Skotlandi, at Grønland fer upp í Parísavtaluna. 

Og Grønland ætlar at brúka Føroyar sum fyrimynd.

Kunnu hava sína egnu ætlan

Føroyar kunngjørdu í 2016, at landið vildi vera við í Parísavtaluni.

Parísavtalan bindur londini til at avmarka hitaøkingina til halvtannað stig.  

Sambært Sermitsiaq binda donsku ætlanirnar um at minka CO2-útlátið ikki Føroyar. Føroyar kunnu hava sína egnu ætlan. 

Við at brúka hesa loysnina kann Grønland sjálvt avgera, hvørji stig landið tekur viðvíkjandi veðurlagsbroytingunum. 

Danmark ella ES binda ikki Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373