Strandarlondini samráðast aftur um uppsjóvarfiskin

Strandarlondini samráðast aftur um uppsjóvarfiskin
Semja er um heildarkvotuna, men ósemja er um, hvussu nógv hvørt landið eigur
Strandarlondini eru samd um, at fiskast kunnu tilsamans 794.920 tons av makreli í ár.
 
04.02.2022 - 10:55

Í næstu viku fara strandarlondini aftur at royna at fáa semju um, hvussu uppsjóvarfiskurin skal býtast millum londini í ár.

Tey hava fundirnar í Keypmannahavn.

Londini eru samd um, hvussu nógv kann fiskast.

 

Taka undir við ICES

Eftir samráðingar í London í tvær vikur í desember blivu Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland samd um, at í mesta lagi 752.736 tons av svartkjafti, 598.588 tons av norðhavssild og 794.920 tons av makreli kunnu fiskast í 2022.

Hetta er tað sama, sum ICES mælir til.

Men ósemjan er um, hvussu nógv hvørt landið eigur. Ta ósemjuna fara londini at royna at loysa í Keypmannahavn í næstu viku. 

 

Vísindaligir bólkar

Føroyar hava formansskapin í samráðingunum um svartkjaft.

Strandarlondini eru eisini samd um at seta vísindaligar bólkar at savna alt taltilfar um havrannsóknir og fiskiskap viðvíkjandi makreli og svartkjafti, eins og longu verður gjørt viðvíkjandi norðhavssildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751