Starvsfelagið: Ætlaða broytingin av Kringvarpsstýrinum óneyðug

Starvsfelagið: Ætlaða broytingin av Kringvarpsstýrinum óneyðug
Starsvfelagið, sum hevur nógvar limir í Kringvarpinum, heldur ikki, at ætlaða broytingin í kringsvarpsstýrinum er nakað framstig
Starvsfelagið heldur, at fleiri av ætlaðu broytingunum í lógini um Kringvarpið, eru óneyðugar
 
10.02.2022 - 07:32

Starvsfelagið ivast í, um tað fer at gera Kringvarpið meira óheft og geva tí betri fólksligt fjølfesti og rættargildi, legitimitet, at skifta umboðini í stýrinum.

Umboð, sum áhugafelagsskapir og stovnar mæla til, skulu koma í staðin fyri tey, sum politisku flokkarnir á tingi í dag mæla til.

Uppskotið um broytingar í lógini um Kringvarpið hevur verið til hoyringar.

 

Nógvir limir í KVF

Starsvfelagið, sum hevur nógvar limir í Kringvarpinum, heldur ikki, at ætlaða broytingin í stýrinum er nakað framstig.

Lógin sigur longu nú, at Kringvarpið er óheft politiskt, sigur Starvsfelagið.   

Vil landsstýrismaðurin broyta skipanina, so flokkarnir á tingi ikki longur skulu velja umboð, fer Starvsfelagið staðiliga at mæla frá, at hetta verður gjørt við at velja nakrar fáar felagsskapir burturúr uttan nærri grundgeving. 

 

Ov tilvildarligt

Í uppskotinum hjá landsstýrinum eru Fróðskaparsetrið, Landsfelag pensjónista, Føroya ungdómsráð og ÍSF. 

Hetta fer ikki at geva stýrinum størri legitimitet.

Tað kann tvørturímóti geva varhugan av, at stýrislimir verða valdir púra tilvildarliga.

Og at tað eru seráhugamál hjá ávísum felagsskapum, sum sleppa at mynda kringsvarpsstýrið, sigur Starvsfelagið.

Starvsfelagið fegnast um prístalsjavningina, men hon ger ongan mun, tí samstundis sleppa lítil virki og lítlir stovnar undan kringvarpsgjaldi. 

 

Eiga at kunna kæra til landsstýrisfólkið

Triðja uppskotið er, at fyrisitingarlig avgerð, sum Kringvarp Føroya hevur tikið, kann ikki kærast til landsstýrisfólkið. 

Starvsfelagið heldur ikki, at tað ber til at strika hendan kærumøguleikan. 

Fyrisitingarlig kæra er grundregla, sum er sera týðandi rættartrygdarregla hjá fólki.

Starvsfelagið mælir til, at verandi skipan um kærur ikki verður broytt. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Hósdag 12. februar
Eitt korter við jazztónleiki
204126
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117