Eriksen vístur fram sum Brentford-spælari

Eriksen vístur fram sum Brentford-spælari
Í fjør summar fekk Christian Eriksen hjartaslag, meðan hann spældi fyri Danmark móti Finnlandi í EM-endaspælinum í Parkini. Í dag bleiv hann vístur fram sum Brentford-spælari
Christian Eriksen væntar, at tað ganga nakrar vikur, áðrenn hann verður at síggja á liðnum hjá Brentford
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.02.2022 - 16:14

Øll tey, sum fylgdu við dystinum, minnast hendingina, tá danski fótbóltsleikarin Christian Eriksen brádliga small í svørðin í Parkini og helt uppat at liva. 

Hetta hendi mitt undir fyrsta dystinum hjá Danmark í EM-endaspælinum, sum var móti Finnlandi í Parkini í Keypmannahavn. 

Hjartað hjá Christiani Eriksen steðgaði júst sum hann skuldi taka ímóti bóltinum, sum var tveittur til hansara eftir eitt innkast. 

Lukkutíð fyri donsku heimsstjørnum, so var hann kringsettur av árvaknum viðleikarum, ið lupu til at hjálpa, meðan læknaliðið hjá landsliðnum og Parkinum runnu inn á vøllin. 

Fimm minuttir var Christian Eriksen kliniskt deyður, áðrenn hann raknaði við aftur. 

Christian Eriksen

Frítekst tagging: 

Og í dag, bara eitt hálvt ár seinni, traðkaði hann so alment fram sum Brentford-leikari til frama fyri myndatólini. 

Sjálvur óttast Christian Eriksen ikki at fara aftur á vøllin at spæla yrkisfótbólti, men hann væntar, at tað nokk ganga nakrar vikur, áðrenn hann verður at síggja á Premiere League-liðnum hjá Brentford. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424