Fiskimenn í Hetlandi og Skotlandi fingið nóg mikið av ICES

Fiskimenn í Hetlandi og Skotlandi fingið nóg mikið av ICES
Shetland Fishermen’s Association (SFA) og Scottish White Fish Producers’ Association (SWFPA) vilja hava eina nýggja umsiting av fiskastovnunum í norðrara partinum av Norðsjónu
Fiskimenn í Hetlandi og Skotlandi eru í øðini inn á ICES
Mynd: shetlandfishermen.com  
 
12.02.2022 - 13:32

Shetland Fishermen’s Association (SFA) og Scottish White Fish Producers’ Association (SWFPA) ætla nú sjálvi at fíggja kanningar av fiskastovnunum í Norðsjónum, tí tey meta at verandi skipan er skeiv, skrivar Fiskerforum.

Limirnir í feløgunum eru í øðini um tað sum fer fram, og talan er um ein stóran bólk av fiskimonnum, sum umboða teir sum fiska 80 prosent av hvíta fiskinum, sum bretska fiskivinnan fiskar.

 

Fingið nóg mikið av ICES

Fiskimenninir siga seg hava fingið nóg mikið av ICES, altjóða havgranskingarstovninum  og fiskiveiðumyndugleikunum.

Feløgini siga seg arbeiða við eini ætlan, sum fiskivinnufeløg í bæði Noreg og Danmark skulu vera partur av , fyri at tryggja, at alt økið í norðrara partinum av Norðsjónum er við.

- Sum heild eru skiparar og manningar troyttar av tí sum fer fram, tí talan er um eina skeiva umsitingarskipan, sum hevur við sær, at sjálvt væl rikin skip og feløg, ikki fara at hóra undan, sigur formaðurin fyri hetlendsku fiskimenninar, James Anderson.

- Tað kann ikki vera rætt, at vit missa álitið á fiskivinnumyndugleikarnar. Støðan er so vánalig, at vit mugu taka neyðug stig, fyri at finna lopysnir, og tað kunnu vit gera saman við fiskimonnum í øðrum londum. Smáar kvotur kunnu gera enda á okkum, og tí mugu vit gera tilmælir eftir tí fiski sum er í havinum, sigur formaðurin hjá hetlendsku fiskimonnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115