Hesar byrja inni móti Gibraltar

Hesar byrja inni móti Gibraltar
Nú er greitt, hvørjar 11 byrja á vøllinum fyri Føroyar, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Gibraltar á fyrsta sinni bresta saman í vinardysti í dag. Tað skrivar FSF.
Myndina hevur Bjarni Enghamar tikið fyri FSF
 
20.02.2022 - 11:26

Valborg Østerø byrjar í málinum, og í verjupartinum sleppur Julia Helena Dal Henriksen hesaferð at byrja á høgra bakki, meðan Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss og Ásla Johannesen allar hava fingið afturval.

Kára Djurhuus mannar í dag føroyska miðvøllin saman við Sannu Svarvadal og Heidi Sevdal, meðan Julia Naomi Mortensen og Tóra Mohr byrja sum fremstu føroysku spælararnir.

Á føroyska bonkinum eru Monika Biskopstø, Maria á Lakjuni, Olga Kristina Hansen, Rúna Jacobsen, Mirjam Huneck og Lena Olsen.

– Vit kenna ikki so nógv til hetta mótstøðuliðið, men vit fyrireika okkum til ein dyst, har vit vónandi fara at vera meira á bóltinum, enn tá vit spæla móti teimum størru londunum. Tað verður spennandi hjá okkum at royna tað, og vit gleða okkum ótrúliga nógv til uppgávuna, sigur Olga Kristina Hansen, sum er millum royndastu leikararnar á føroyska liðnum, við FSF.fo

Dysturin millum Gibraltar og Føroyar byrjar kl. 12.30 føroyska tíð. Les meira um dystin og hvar hann kann stroymast á fsf.fo 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672