Føroyskur hondbóltsspælari til bestu norsku deildina

Føroyskur hondbóltsspælari til bestu norsku deildina
Helgi Hildarson Hoydal hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Kristiansand Topphåndball, og byrjar í felagnum saman við Paula Mittún undan komandi kappingarári
Flúgvandi: Helgi Hildarson Hoydal skiftir til Kristiansand
Mynd: EHF  
 
21.02.2022 - 11:25

Føroyski landsliðsspælarin í hondbólti, Helgi Hildarson Hoydal, skiftir í summar til KRS Topphåndball í bestu norsku deildini.

Strikuspælarin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Kristiansand, og skal byrja í nýggja felagnum í summar. Pauli Mittún byrjar eisini í felagnum í summar.

 - Eg eri fegin um møguleikan í KRS. Eg vil fegin spæla í Rema1000-kappingini aftur (besta norska deildin, red.), og haldi, at Kristiansand hóskar væl til mín. Eg hevði eitt gott kappingarár við Viking í elituseriuni, sum tíverri varð steðga av koronu, og nú er tíðin komin at spæla á hægri stigið aftur, sigur Helgi Hildarson Hoydal við heimasíðuna hjá KRS.

Helgi Hildarson Hoydal hevur spælt 23 A-landsdystir fyri Føroyar. Síðstu árini hevur hann spælt í Viking HK í Stavanger, sum í løtuni er í næstbestu norsku deildini.

Kristiansand liggur í løtuni á sjeynda plássi í bestu norsku deildini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858