Myndir hjá NASA av mánalendingini á uppboð í Keypmannahavn

Myndir hjá NASA av mánalendingini á uppboð í Keypmannahavn
Nú kanst tú ogna tær upprunamyndir hjá NASA av eitt nú mánalendingini 11. juli 1969, tí seinnapartin fara 74 NASA-myndir á uppboð hjá Bruuns í Keypmannahavn
Apollo 11 manningin frá vinstru Neil Armstrong, Michael Collins og Edwin (Buzz) Aldrin
 
09.03.2022 - 07:31

"That’s one small step for man...one giant leap for mankind," segði Neil Armstrong, áðrenn hann, sum fyrsta menniskja nakrantíð, steig á Mánan. 

Nú kunnu nakrar av kendastu myndunum hjá NASA av søguligu mánalendingini og øðrum líknandi hendingum keypast á uppboð hjá Bruun Rasmussen í Keypmannahavn

Talan er um 74 myndir, ið verða seldar á uppboð frá klokkan 13.40. 

Har er myndin, ið Neil Amstrong tók av Buzz Aldrin, tá hann kemur niður gjøgnum leytaran á rúmdarfarinum fyrstu ferð. Neil Amstrong stóð longu var á Mánanum.

Har er eisini myndin av fyrsta fetinum á Mánanum, og myndin av Buzz Aldrin saman við amerikanska flagginum.

Alt myndir, ið vit óloysiliga samantvinna við mánalendingina. 

Prísmetingina á myndunum liggur frá 4.000 krónum og heilt upp í 90.000 krónur, og tað er ásett alt eftir, hvussu áhugaverdar myndirnar eru.

Myndin, ið hevur hægstu virðismeting, er tó ein av Jørðini avmyndað frá Apollo 8 rúmdarfarinum. Á myndini sæst Jørðin rísa á Mánanum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097