Betri trygging hevði 114 mió. kr. í avlopi

Betri trygging hevði 114 mió. kr. í avlopi
Munandi færri skaðar vóru í fjør, og skaðaendurgjaldið var tilsamans 209 milliónir kr.
Betri trygging hevði eitt gott ár í fjør, m.a. tí at nógv færri skaðar vóru.
 
11.03.2022 - 14:05

Betri trygging hevði í 114 milliónir kr. í avlopi etir skatt í fjør.

Tað er munandi betri enn í 2020, tá ið úrslitið var 67 milliónir krónur.

- Munandi færri skaðar enn vanligt, eingin stórskaði í vinnuni, eingin ódn og væl færri privatir skaðar enn undanfarin ár. Knýta vit hesi viðurskiftini saman við einum støðugt vaksandi kundaskara, ið tryggjar seg betur enn fyrr, góðum úrsliti av íløgum og góðari fíggjarstýring, so hevur tú í stuttum orsøkina til framúr góða úrslitið í 2021, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging í tíðindaskrivi

Í fjør vóru 209 milliónir krónur útgoldnar í skaðaendurgjøldum.  Fyrraárið var talið 382 milliónir krónur.

10.700 skaðar

Í fjør vóru 10.700 skaðar, men í fyrraári vóru teir 12.700.

Eginognaravkastið í fjør var 15,2 prosent, meðan tað var 9,7 prosent í 2020.

Í apríl í ár fara kundarnir hjá Betri trygging á fyrsta sinni at fáa vinningsbýti. Hetta verður goldið beinleiðis inn á konto, og upphæddin, sum verður útgoldin, er umleið 10% av tryggingargjaldinum hjá hvørjum einstøkum kunda.

Ingunn Eirikisdóttir er forstjóri í Betri trygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860